Til øll áhugaði

 

Til øll áhugaði. So er møguligt, at melda tykkum til dramaskeið 2020-2021 smile

Næmingar skulu vera 9 ár áðrenn 1. jan 2021.

Tilmeldingar skema er inni á www.dramaverk.net 

Tá vit fáa boð frá arbeiðseftirlitinum, um hvussu skeiðini skulu skipast, boða vit frá nær byrja verður.  

Tað verða 2 barnabólkar, 1 tannáringabólkur og 1 vaksnamannabólkur (20 til 60+).

Fræið 8/9-10 ár. Mikudag 15.00- 16.20

Aksið 10/11-12 ár. Mánadag 16.30-18.15

Rótin 12/13- og eldri. Týsdag 16.45-18.30

Hvonnin 18/20-60+. Hósdag 19.00-20.50

NB. Broytingar kunnu koma fyri viðvíkjandi tíðunum.

Dramaverkstaðið smile

Covid-19 støðan

Dramaverkstaðið stongir frá í dag 13. mars, og í 14 dagar fram, vegna smittuvandanum og herðdu boðunum frá mynduleikunum, í sambandi við Corona farsóttina.

Vit fylgja tilmælunum frá mynduleikunum, og geva boð aftaná hesar 14 dagarnar.

Aðalfundur á Dramaverkstaðnum mánadagin 2. desember kl. 19.30

  

Skrá sambart lóg fyri Dramaverkstaðnum.

Vit vilja fegin, at foreldur møta. Hetta er samstundis ein lima- og foreldrafundur, har vit m.a. greiða frá hvat bólkarnir gera nú og restina av skúlaárinum.

Aðalfundurin er bæði fyri limir og foreldur.

Foreldur hava atkvøðurætt fyri børn undir 16 ár.

Møtið fjølment!

 

Birna Heinesen, nevndarforkvinna.

 

Dramaverkstaðið
Tilmelding 2019-2020

Børn skulu vera fylt 9 ár áðrenn 1. jan 2020. 
Skeiðini byrja í aug/sept 2019

Enn eru nøkur pláss fyri 9-10 og 11-12 ára gomlum næmingum og somuleiðis fyri vaksnum 17-60+
 
Meldið til undir Tilmelding
Spírin   9 og 10 ár. Týsdag 15.00-16.20
Aksið  11 til 12/13 ár.  Mikudag 16.30 - 18.15
Rótin  13 til 15/16 ár.Týsdag 16.45 - 18.30 (Bólkurin er fullsettur)
Hvonn 17 ár og eldri (50+, 60++). Hósdag 19.00 - 20.50 

Fá meira at vita undir Kunning :)


Næmingar fáa automatiskt svar beinanvegin. Áðrenn byrjað verður fáa tit tilboð um pláss. Um tað eru trupuleikar, skrivað so ein teldupost undir varablaðnum "Fá samband"
GG Hvørt ár teknar man seg av nýggjum!