Orðing 2012:
Barnamentanarheiðurslønin

Barnamentanarheiðurslønin 2012 verður latin Hjørdis Johansen.

Fjølbroytta og virkna leiklistakvinnan Hjørdis Johansen er íbirtari og stigtakari til Dramaverkstaðið, ið hevur mong ár á baki. Við dirvi og dugna hevur hon gjørt leiklistagreinina fródliga og forvitnisliga hjá okkara børnum og ungu. Við hepnari hond, hegni og sínum bragdliga lyndi hevur Hjørdis Johansen givið listaverkstaðnum sín serkenda dramadám í tónleiki og sjónleiki bæði úti og heima.
Úr heimliga søgu- og sagnarvarða okkara hevur listakvinnan lagt doyin á at geva siðsøgugoymsluni ans.
Sangbæru og beinraknu barnasangirnar við Hjørdis og gentunum minnast vit sum nakað heilt serligt, teir eru lívsseigir og hoyrast javnan sungnir í skúlum og barnagørðum.



Mynd: Jens K. Vang, Sosialurin

Ársins herðaklapp, sum Leikpallur Føroya letur, varð í ár latin Hjørdis Johansen fyri hennara pedagogiska og leiklistarliga avrik, sum kveikjandi íbirtari fyri børn og ung - leiklistini í Føroyum at frama

 

 

Solby A. Eliasen, Sosialurin 15. mars 2003

Hjørdis Johansen fekk ársins herðaklapp handað á Grækarismessu. Laura Joensen, formaður í Leikpalli Føroya handaði Hjørdis herðaklappið.  Í sínum grundgevingum sigur nevndin fyri Leikpalli Føroya millum annað, at Hjørdis hevur við Dramaverkstaðnum ósjálvsøkin og áhaldandi arbeitt fyri at veita næmingunum frálæru og innlit í alt tað kreativa og vitanarliga, sum hevur við leiklist at gera. Hon hevur givið næmingunum møguleika til at royna seg út frá sjónarmiðinum, at øll leiklistaáhugað skulu hava ein kjans, tá tey eru til reðar til tess.  - Hjørdis Johansen hevur lært næmingarnar at taka sjónleik í álvara bæði í framørslu á palli og sum góðir áskoðarar, eins og lært tey at duga at taka í móti atfinningum frá øðrum, verður eisini sagt í grundgevingunum.


 
 

Hjørdis Johansen er pedagogur og dramalærari. Hon undirvísir einsamøll á Dramaverkstaðnum, sum hon sjálv stovnaði í 1997.  Hon er 52 ára gomul og umframt at hava starvast sum pedagogur á stovnum, so hevur hon virkað sum sjónleikari gjøgnum nógv ár. Og harvið hevur hon ognað sær holla vitan um leiklist og leikstjórn, serliga í Íslandi, men eisini í Noreg og Danmark.  Ætlanin við Dramverkstaðnum er at undirvísa í sjónleiki, men ikki bert at seta leikir upp og læra næmingarnar at framføra. Tað er meira at taka saman um alt, sum hevur við sjónleik at gera. Eini 70 - 80 næmingar ganga á Dramaverkstaðnum.  Annað forvitnisligt arbeiði á Dramaverkstaðnum er millum annað at tilevna sjónleikir, sum verða tiknir úr nútíðar gerandisdegnum ella gomlum sagnum. Í fjør varð ársins herðaklapp latið Hans Tórgarð.                


 
 

Nevndin: 

Forkvinna: Birna Heinesen, Djúpadalsvegur
Nevndarlimur: Magni Jakobsen, Viðargøta 24
Nevndarlimur: Edith Dahl-Jakobsen, Villingardalsvegur 61
Eykalimur: Christian Kruse, Korkagøta 12

Dagligur leiðari: Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.

Byrjunaraldurin komandi skeið, 2018 - 2019, verður 9 ár, barnið skal vera fylt 9 ár áðrenn 1. Nov 2018
Skeiðini byrja í september 2018. Áðrenn byrjað verður fáa tit tilboð um pláss.

Næmingar fáa automatiskt svar beinanvegin.  Um tit vilja senda mail, send til dramaverk(kurla)dramaverk.net
GG Hvørt ár teknar mann seg av nýggjum!
 
Síðsta ár høvdu vit tilboð um at vera í sangkóri, hetta hepnaðist sera væl og aftur í ár, kunnu tey, sum ganga á Dramaverkstaðnum, velja sangundirvísing 1 tíma um vikuna, fyri ein minni eyka kostna. Lærari: Edith Dahl Jakobsen. Sangkórs bólkin stendur Edith fyri og hon skipar fyri tilmelding til tað.

 

 
Gleðin við at arbeiða við drama og sjónleiki er fremst í huganum, og har kunnu øll fáa okkurt burturúr.

Ein kann siga, aDramaverkstaðið t hetta arbeiði er bæði til gaman og álvara.

 Hvar?: Hallarheygur 2. Dramaverkstaðið er elsti drama/teaturskúli í Føroyum í nýggjari tíð, stovnað í 1997. Her fáa næmingar møguleika fyri at arbeiða í friði í egnum høli, har nógv onnur gjøgnum árini hava gingið, summi eru vorðin professionellir leikarar, onnur eru sera virkin sum amatørar.

 Nær?: Frálæran er fyri børn úr 1 1/2 tím til 2 tím, einaferð um vikuna eftir skúlatíð.

 Ásetan av døgum verður sett áðrenn hvørt skeið, og noyðist at tillagast teimum lærarum, sum eru settir hvørt skeið sær. 
 Klokkutíðin verður ásett í samráð við næmingarnar. Næmingar fáa tilboð um pláss áðrenn byrja verður.
  Um ikki liggur fyri at ganga tað bjóðaðu tíðina, verður plássið bjóða øðrum næmingi á bíðilistanum.Tey sum ikki møta 2 ferð uttan góða grund, sleppa ikki at halda fram tað árið. 
Vit hava avtalað við skúlan í Havnar Sjónleikarfelag, at tey, sum eru sloppin inn á tveir sjónleikaskúlar, skulu velja annan av teimum, og um næmingurin vil skifta, so verður tað næsta ár. 
Et áðrenn tú kemur… matur og skógvar sleppa ikki inn við í venjingarhøllina.

Í 2018 - 2019 eru bólkarnir hesir:
Børnini skulu vera fylt 9 ár áðrenn 1. Nov 2018!!  

Spírar 9 og 10 ár. Mánadagar 15.00-16.20
Øks 11 til 12 ár Mánadagar 16.30 - 18.15
Røtur 12, 13 og 14 ár. Týsdagar 16.45 - 18.30
Hvonn 17 ár og eldri (gjarna 50+ og 60+). Hósdagar 19.00 - 20.50 

Tá tú meldar teg til skeið á Dramaverkstaðnum, meldar tú teg til alt skeiðið: Frá byrja um heystið til umleið síðst í mai ári eftir. Undantikið Hvonnin, sum éndar fyrru helvt síðst í januar 2019. 

Lærarir:

Hjørdis V Johansen. Leiðari/Dramalærari. Master í drama og teaturpedagogikki.
Ebba Sofía Kruse. Dramalærari. BA námsfrøðingur við sergrein í drama. 
Birna Heinesen. Dramalærari. Cand.mag í dramaturgi við síðugrein í norðurlendskum málum og bókmentum.
Edith Dahl Jakobsen. Dramalærari. Cand. mag í tónleiki umframt trý-ára útbúgving sum sanglærari.

Ofta settir spurningar:

Nær byrjar drama?
So skjótt boð frá Dramaverkstaðum, um nær byrja verður, er mótikið og skeiðsgjaldið er goldið.

Nær enda skeiðini?
Skeiðini enda umleið mai. Um tað er okkurt serligt tiltak, kann verða, at onkur bólkur heldur á eitt sindur longri.

Hvussu er við útmelding? 
Útmelding, meðan skeiðin eru í gongd, kann bert lata seg gera vegna serligar umstøður (td flyting, sjúku osfr.) Útmelding skal vera skrivlig og skal sendast til dagliga leiðaran Hjørdis Verlandsdóttir Johansen, Korkagøta 12, 100 Tórshavn.

Manglandi uppmøting ella útmelding gevur ikki rætt til afturgjaldan.



Hvat kostar tað at ganga til drama 2018 - 2019?

Barnabólkur 9 og 10 ár: Árligt gjald kr. 1200

Barnabólkar 11 til 12 ár: Árligt gjald kr. 1.400

Ung 13 til 15 ár: Árligt gjald kr. 1.400

Vaksin 17 ár og eldri :  Gjald kr. 2 x 700

Hvar skal gjaldið flytast til?

Kontonummar fylgir við tilboðnum um, at næmingurin fær bjóða pláss á Dramaverkstaðnum.

Navnið á næminginum skal skrivast á flytingina!
Fyri at ganga á Dramaverkstaðnum skal inngjaldingin vera registrerað!   GG! Gjaldast skal tá næmingurin tekur av plássi á Dramaverkstaðnum.

Dramaverkstaðið

Tilmelding og bíðilisti:

Tá tú hevur teknað teg til skeið á umsóknarblað, sum tú finnur á hesi heimasíðuni, fært tú automatiskt skriftligt boð sendandi. Seinri fá øll tilmeldaði tilboð um pláss. 
Hvørt ár teknar man seg av nýggjum, og vit gera vart við, at plássini eru avmarkað.

Av og á vera eykaskeið ella verkskeið bjóðaði næmingunum, fyri tey skeiðini verður serligt skeiðsgjald.


Soleiðis arbeiða vit:

Dramaverkstaðið leggur stóran dent á, at menna næmingarnar við at viðurkenna teirra spontanitet. Á tann hátt er tað møguligt at bøta um sjálvsvirðing, sjálvsálit og samstarv við onnur.

Á Dramaverkstaðnum eru tað næmingarnir, sum vísa vegin. Vit royna at peila eftir, hvønn veg tey vilja fara. Okkara íkast er at geva teimum førleika at ogna sær amboð innan leiklistina, so tey eru før fyri at fara nýggjar leiðir og hava møguleika fyri at gera royndir innan einstaku lærugreinirnar.


Gestalærarir:

Av og á hava vit gestalærarar, sum kunnu geva okkum íblástur til okkara dagliga arbeiði og sýningar.
Dramaverkstaðið  

Hvat kunnu vit bjóða:

Tað krevst ongin forkunnleiki, men áhugin fyri at royna ymsu lærugreinirnar innan drama og teatur er neyðugur: Drama, dans, talu, rørslu, scenografi, búnar, ljós, ljóð og tónleik.

Undirvíst verður í ymiskum lærugreinum, sum geva innlit og hegni í sjónleikarlist t.d.: røddvenjing, sjónleiksteknikki, konsentratión, dramaspøl, avspenning, andadráttsvenjing, teatursport, forumleik, improvisatiónsvenjing. Tá arbeitt verður við leiklist viðførur tað, at arbeitt verður við eini rúgvu av lívsáskoðanum og heimspeki (filosofi), sum kann snúgva seg um samfelagstrupuleikar, menniskjaligar styrkir og veikleikar, tað at menna seg frá barni til vaksnan og nógv annað.

Grundhugsan:

Grundhugsanin undir drama- og teaturprocessroyndum er, at læra næmingar kynstrið, at skapa list úr tilfari lærarin og næmingarnir hava valt at arbeiða við, og vera før fyri at bera tað fram fyri øðrum og at hetta arbeiðið skal geva møguleika fyri at tosa og hugsa (reflektera) um innihaldið, so næmingarnir kunnu læra at seta orð á egnar kenslur og hoyra um kenslur hjá øðrum.

Visión:

Hugsjónin er, at bólkarnir kanna/granska innihald og undirtekstir í evni, leiki ella øðrum tilfari lærarin og næmingarnir hava valt at arbeiða við, umseta tað til leik og gera eina sýning, sum næmingarnir føla teir eiga lut í.

 Jólaleikur:
Jólaleikur verður, um lærarir hava tíð og møguleika fyri at verða leikstjórar, so ikki heilt vist hvørt ár.
Leikaløtan hevur verið fastur táttur í desember mánaða í nógv ár. Støða verður tikin til um sýnigar skulu vera ella ikki á hvørjum ári, og hvør skal standa fyri arbeiðinum. Børn úr øllum bólkum (undantikið bólkur 1), sum hava gingið til drama/teatur nøkur ár, kunnu skriva seg upp, at vera við í Leikaløtuni.
Bólkurin, sum skal venja til Leikaløtuna, verður ein bólkur fyri seg, so tey, sum hava tekna seg, skulu sostatt ganga til drama 2 til 3 ferðir um vikuna, (í vanliga bólkinum 1 ferð um vikuna + Leikaløtubólkinum). 

Sýningar:

Drama/teaturundirvísingin á Dramaverkstaðnum er ikki grundað á eini sjónleikarframførslu tá skeiði endar! Tað hevur víst seg at vera sera sera trupult at fáa næmingar (og foreldur) at skilja, at tað er sera umráðandi, at venjingar til sjónleik krevja strenga og góða uppmøting, og tí hava lærarir eitt tógvið stríð við at fáa framførslur klárar til at sýna fram. Tá ongin sjónleikur skal sýnast fram, verða tað hugnaløtur fyri familju og vinum, har næmingarnir vísa fram ymiskt tey hava lært og annað. Hvonnin venur ikki leik til framførslu, men arb við at greina ymiskar leikir og so spæla brot fyri hvørjum øðrum
Tað hava tó verið nógvar sýnigar á Dramaverkstaðnum øll árini, millum 2 til 4 sýningar hvørt ár, tað hevur eyðnast, tí øll hava skilt at uppmøtingin er avgerðandi.
Dramaverkstaðið hevursýnt fram á Dramaverkstaðnum, í Sjónleikarhúsinum, á Meiarínum og uttandura í miðbýnum, umframt hetta hava vit verið í útlondum við leikum fleiri ferðir. Vit hava fingið sera góð ummælir bæði her heima og uttanlanda.

 Dramaverkstaðið 
 Konsulent tænasta:

Dramaverkstaðið bjóðar sær at skipa fyri verkskeiðum, fyrilestrum og ráðgeving. Vit eru von við ymiskar aldursbólkar og við næmingum á ymiskum støði.
Prísur, fyri verkskeiðum, fyrilestrum og longri undirvísing, eftir avtalu.
Prísur, fyri ráðgevingshjálp í sambandi við sýningar, eftir avtalu. Ráðgeving í samband við ígongdsetan av fyrireiking til uppsetan av leiki, við arb í sambandi við venjingum ella hjálp og hugskot til, hvussu til ber at fara undir at arbeiða við leikritum ótraditionelt.
Gjøllari kunning fæst við at venda sær til Dramaverkstaðið, undir varabalðnum "Fá samband" her á heimasíðuni. Hjørdis Johansen.

 

 
Jólaleikir fyri børn og vaksin
 
Shim

Leikaløtan 2008 á Dramaverkstaðnum á Hálsi íHavn

 

 

 

Shim

Myndir: Alan Brockie

 

Sum eitt afturvendandi hugnaligt tiltak undan jólum í mong ár skipar Dramaverkstaðið á Hálsi hjá Hjørdis Johansen enn einaferð fyri eini leikaløtu.
Í ár eitur hon Leikaløtan 2008. Í fjør var tað Leikaløtan 2007, í fyrraárið Leikaløtan 2006, og so soleiðis fleiri ár aftureftir.
Síðani í heyst hava børn í ymsum aldursbólkum vant Leikaløtuna 2008.
Sum undanfarin ár er framførslan lutað upp í tríggjar partar, "Ársins Nissa", einglaleikurin um "Lítlu Gutta" og so "Søgan".

Fleiri leikbólkar
Tað kann vera í so strævið hjá børnunum at vera á palli til hvørja sýning her undan jólum. Tí hava samskiparin Hjørdis Johansen og dótturin Ebba Sosfía Kruse, ið er leikstjóri, lutað børnini upp í tveir bólkar fyri at lætta um hjá teimum og lata fleiri børn sleppa at vera við.
Í ár eru tað tey eldru børnini millum 11 og 15 ár, sum eru við í "Ársins Nissu" og tey eitt sindur yngri, heilt niður í níggju ár, sum eru við í leikinum um "Lítla Gutta".

Letingurin Pripp
Í "Ársins Nissu" verður vitjað á nissuverkstaðnum, har nissurnar stríðast og strevast fyri at gera jólagávur til børnini í øllum landinum og pakka gávurnar inn, meðan nissudrongurin Pripp situr og lurtar eftir sínum Ipod allan samlan dagin uttan at rætta hond frá síðu.
Hann dugir so ómetaliga væl at sleppa sær undan. Hann dugir eisini sera væl at taka sær heiðurin av øllum tí, sum hinar nissunar gera, tá gamli jólamaðurin kemur á gátt fyri at vita, hvussu tað gongur á verkstaðnum.
Tað sama er, tá Vikublaðið sendir tíðindamann og myndakvinnu at skriva um virksemi, og tá Ársins Nissa skal útnevnast. Tá er Pripp altíð fyrstur at taka heiðurin av øllum. Men ein dagin fáa hinar nissurnar nóg mikið av leti Pripps.

Hin klossuti Lítli Gutti
Jólasøgan um "Lítla Gutta" er altíð góð. Líka mikið hvussu ofta man fortelur børnum um lítla, fitta og klossusta eingilin Gutta, so er hon bæði stuttlig og spennandi. Tað sama við leikbrotum um Lítla Gutta, sum alla tíðina missir stjørnurnar, sum hann antin skal heingja upp ella pussa.
Tá hinir einglarnir heingja upp, og tað ljóðar sum pling, pling, ella plang, plang, ja, so enda hansara við einum bang.
Hinir einglarnir hava gott tol við Lítla Gutta. Teir eru eru altíð hjálpsamir, og tá stóra, skínandui jólastjørnan skal heingjast upp á himnahválvið, er tað Lítli Gutti, hóast hæddarræðslu, sum sleppur at gera hetta.

Trøllabarn, álvur ella hundur
Í Jólasøguni er skipað so fyri, at øll børn, eisini tey, sum eru komin at hyggja at Leikaløtuni, sleppa á pallin at royna seg.
Longu áðrenn leikbyrjan hava nakrar jólanissur sitið við eitt borð, har børn kunnu velja, um tey vilja hava andlitsmáling sum trølladrongur ella -genta, álvur, hundur, nissa ella gandafólk.
Og so við og við, sum søgan verður lisin upp og leikur fer fram á pallinum, hava tey børn, sum hava fingið andslitsmáling, og annars tey, sum ikki eru málað, men hava hug at spæla sjónleik, møguleikan at verða tikin við inn í leikin.
Leikaløtan 2008 á Dramaverkstaðnum er ein jólaleikur, har børn og vaksin kunnu hugna sær saman eina løtu her í desember.

Beate L. Samuelsen. - Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.  
Mánadagur 8. desember 2008, kl. 13.40
236/131 - Innanlands

 
Shim
 
Á heysti 1997 fekk Hjørdis Johansen hugskotið at byrja Dramaverkstaðið á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum hjá pápanum Verland Johansen. Húsini standa uppi á Hálsi í Havn, Hallarheygur 2. Tað er í brekkuni niðan á Nabb, har tann grøna ítráttarhøllin er.
 
Saman við manninum Christian Kruse keyptu tey verkstaðið í 1986, og fram til 1996 virkaði verkstaðið sum orgulverkstaður burturav. Aftaná at kreppan hevði gjørt um seg, var einki orgul at byggja, og lykilin var snaraður um. Verkstaðið stóð tómt eina tíð, líka til hetta hugskotið um Dramaverkstað fór at spíra. Farið var undir at rudda, vaska og mála, og í januar 1998 var klárt at byrja.
 
Hjørdis Johansen er lærari, leikstjóri, tónasmiður, scenografur og leikritahøvundi á Dramaverkstaðnum.
 
Hjørdis er fødd í Havn í 1949. Hon tók barnagarðslæraraútbúgving í 1971. Í 1976 kom hon aftur til Føroyar. Var á sjónleikarskeið hjá Eyðun Johannesen og seinri hjá Grímu í 70-unum, og tókst eftir hetta við alt møguligt innan undirhald, sang, myndlist og sjónleik, samstundis sum hon arbeiddi í barnagarði, í Sjónvarp Føroya og nøkur ár á Orgulverkstaðnum.
 
Í 2009 byrjaði Hjørdis á DPU (Dansk Pædagogisk Universitet) uppá Masterútbúgving og í 2011 var hon liðug sum Master í Drama og Teaterpædagogik.
Áðrenn hesa útbúgving hevur Hjørdis lokið útbúgving sum Barnasjónleikaleiðari á sumri 2000, og hevur sumrini 1997, 98 og 99 fingið sær útbúgving innan leikstjórn í Íslandi. Harumframt hevur hon verið á skeiðum í teatersport, "At skriva til pall" og skeiðum innan scenografi og gerð av búnum bæði her heima og í Danmark.
 
Hjørdis hevur drúgvar royndir á palli bæði hjá Havnar Sjónleikarfelag og hjá Grímu. Hon hevur ígjøgnum ár og dag leikt við í nógvum sjónleikum, kvøldsetum og øðrum tiltøkum, síðan hon, 10 ára gomul, fyrstu ferð stóð á palli í Sjónleikarhúsinum í sjónleikinum "Robin Hood". Nevnast kunnu leikir sum Skeyk (1997), Dansur í fyllandi sól (1995), Havið (1993), Sanna og Gandafuglurin (1989), Stjørnubarnið (1988), Haturfuglar (1981) og útisjónleikurin Trælalív (1977).
 
Eisini hevur Hjørdis verið sera virkin innan tónleik, sang og myndlist. Hon hevur undirhildið børnum á bókasavninum við sangi, søgum og dukkuleiki. Í útvarpinum hevur hon sungið og lisið søgur upp. Hesar royndir førdu við sær, at hon í 1979 gav út vældámdu plátuna "Barnasangir", ið er endurprentað sum fløga. Í mong ár, síðan miðskeiðis í 70-unum, hevur hon verið virkin myndlistakvinna. Hon hevur sýnt fram klippmyndir og tekningar á sjálvstøðugum framsýningum og umframt tað, hevur hon verið við á fleiri Ólavsøkuframsýningum, kvinnuframsýningum og øðrum.
 
Í 80'unum gjørdi og leikti hon "Giu og Grana" og arbeiddi við barnasendingum í Sjónvarp Føroya. Hon ferðaðist um sama mundi við Bókabilinum kring alt landið við søgum og dukkuleiki. Fýra ferðir - í 1987 og 1988 og aftur í 1997 og 1998 - stjórnaði Hjørdis tað vælumtókta Leikhúsjól í Sjónleikarhúsinum.
 
Hjørdis hevur skipað fyri skeiðum í drama og sjónleiki bæði her heima og niðri í Danmark.

Viðurkenningar og Heiðurslønir:
Barnamentanarheiðurslønin 2012 - Tórshavnar Kommuna
Í 2012 var Barnamentanarheiðurslønin latin Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.

"Herðaklappið" 2003 - Leikpallur Føroya 
(Sosialurin - Grein frá 12. mars 2003)

12. mars 2003 fekk Hjørdis Johansen "Herðaklappið".
Herðaklappið er sjónleikara-viðurkenning, sum Leikpallur Føroya letur einaferð um árið.
Viðurkenningin varð latin Hjørdis Johansen "...fyri hennara pedagogiska og leiklistarliga avrik sum kveikjandi íbirtari fyri børn og ung - leiklistini í Føroyum at frama." (Sosialurin, mars 2003)