Orðing 2012:
Barnamentanarheiðurslønin

Barnamentanarheiðurslønin 2012 verður latin Hjørdis Johansen.

Fjølbroytta og virkna leiklistakvinnan Hjørdis Johansen er íbirtari og stigtakari til Dramaverkstaðið, ið hevur mong ár á baki. Við dirvi og dugna hevur hon gjørt leiklistagreinina fródliga og forvitnisliga hjá okkara børnum og ungu. Við hepnari hond, hegni og sínum bragdliga lyndi hevur Hjørdis Johansen givið listaverkstaðnum sín serkenda dramadám í tónleiki og sjónleiki bæði úti og heima.
Úr heimliga søgu- og sagnarvarða okkara hevur listakvinnan lagt doyin á at geva siðsøgugoymsluni ans.
Sangbæru og beinraknu barnasangirnar við Hjørdis og gentunum minnast vit sum nakað heilt serligt, teir eru lívsseigir og hoyrast javnan sungnir í skúlum og barnagørðum.



Mynd: Jens K. Vang, Sosialurin

Ársins herðaklapp, sum Leikpallur Føroya letur, varð í ár latin Hjørdis Johansen fyri hennara pedagogiska og leiklistarliga avrik, sum kveikjandi íbirtari fyri børn og ung - leiklistini í Føroyum at frama

 

 

Solby A. Eliasen, Sosialurin 15. mars 2003

Hjørdis Johansen fekk ársins herðaklapp handað á Grækarismessu. Laura Joensen, formaður í Leikpalli Føroya handaði Hjørdis herðaklappið.  Í sínum grundgevingum sigur nevndin fyri Leikpalli Føroya millum annað, at Hjørdis hevur við Dramaverkstaðnum ósjálvsøkin og áhaldandi arbeitt fyri at veita næmingunum frálæru og innlit í alt tað kreativa og vitanarliga, sum hevur við leiklist at gera. Hon hevur givið næmingunum møguleika til at royna seg út frá sjónarmiðinum, at øll leiklistaáhugað skulu hava ein kjans, tá tey eru til reðar til tess.  - Hjørdis Johansen hevur lært næmingarnar at taka sjónleik í álvara bæði í framørslu á palli og sum góðir áskoðarar, eins og lært tey at duga at taka í móti atfinningum frá øðrum, verður eisini sagt í grundgevingunum.


 
 

Hjørdis Johansen er pedagogur og dramalærari. Hon undirvísir einsamøll á Dramaverkstaðnum, sum hon sjálv stovnaði í 1997.  Hon er 52 ára gomul og umframt at hava starvast sum pedagogur á stovnum, so hevur hon virkað sum sjónleikari gjøgnum nógv ár. Og harvið hevur hon ognað sær holla vitan um leiklist og leikstjórn, serliga í Íslandi, men eisini í Noreg og Danmark.  Ætlanin við Dramverkstaðnum er at undirvísa í sjónleiki, men ikki bert at seta leikir upp og læra næmingarnar at framføra. Tað er meira at taka saman um alt, sum hevur við sjónleik at gera. Eini 70 - 80 næmingar ganga á Dramaverkstaðnum.  Annað forvitnisligt arbeiði á Dramaverkstaðnum er millum annað at tilevna sjónleikir, sum verða tiknir úr nútíðar gerandisdegnum ella gomlum sagnum. Í fjør varð ársins herðaklapp latið Hans Tórgarð.                


 
 
 
Á heysti 1997 fekk Hjørdis Johansen hugskotið at byrja Dramaverkstaðið á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum hjá pápanum Verland Johansen. Húsini standa uppi á Hálsi í Havn, Hallarheygur 2. Tað er í brekkuni niðan á Nabb, har tann grøna ítráttarhøllin er.
 
Saman við manninum Christian Kruse keyptu tey verkstaðið í 1986, og fram til 1996 virkaði verkstaðið sum orgulverkstaður burturav. Aftaná at kreppan hevði gjørt um seg, var einki orgul at byggja, og lykilin var snaraður um. Verkstaðið stóð tómt eina tíð, líka til hetta hugskotið um Dramaverkstað fór at spíra. Farið var undir at rudda, vaska og mála, og í januar 1998 var klárt at byrja.
 
Hjørdis Johansen er lærari, leikstjóri, tónasmiður, scenografur og leikritahøvundi á Dramaverkstaðnum.
 
Hjørdis er fødd í Havn í 1949. Hon tók barnagarðslæraraútbúgving í 1971. Í 1976 kom hon aftur til Føroyar. Var á sjónleikarskeið hjá Eyðun Johannesen og seinri hjá Grímu í 70-unum, og tókst eftir hetta við alt møguligt innan undirhald, sang, myndlist og sjónleik, samstundis sum hon arbeiddi í barnagarði, í Sjónvarp Føroya og nøkur ár á Orgulverkstaðnum.
 
Í 2009 byrjaði Hjørdis á DPU (Dansk Pædagogisk Universitet) uppá Masterútbúgving og í 2011 var hon liðug sum Master í Drama og Teaterpædagogik.
Áðrenn hesa útbúgving hevur Hjørdis lokið útbúgving sum Barnasjónleikaleiðari á sumri 2000, og hevur sumrini 1997, 98 og 99 fingið sær útbúgving innan leikstjórn í Íslandi. Harumframt hevur hon verið á skeiðum í teatersport, "At skriva til pall" og skeiðum innan scenografi og gerð av búnum bæði her heima og í Danmark.
 
Hjørdis hevur drúgvar royndir á palli bæði hjá Havnar Sjónleikarfelag og hjá Grímu. Hon hevur ígjøgnum ár og dag leikt við í nógvum sjónleikum, kvøldsetum og øðrum tiltøkum, síðan hon, 10 ára gomul, fyrstu ferð stóð á palli í Sjónleikarhúsinum í sjónleikinum "Robin Hood". Nevnast kunnu leikir sum Skeyk (1997), Dansur í fyllandi sól (1995), Havið (1993), Sanna og Gandafuglurin (1989), Stjørnubarnið (1988), Haturfuglar (1981) og útisjónleikurin Trælalív (1977).
 
Eisini hevur Hjørdis verið sera virkin innan tónleik, sang og myndlist. Hon hevur undirhildið børnum á bókasavninum við sangi, søgum og dukkuleiki. Í útvarpinum hevur hon sungið og lisið søgur upp. Hesar royndir førdu við sær, at hon í 1979 gav út vældámdu plátuna "Barnasangir", ið er endurprentað sum fløga. Í mong ár, síðan miðskeiðis í 70-unum, hevur hon verið virkin myndlistakvinna. Hon hevur sýnt fram klippmyndir og tekningar á sjálvstøðugum framsýningum og umframt tað, hevur hon verið við á fleiri Ólavsøkuframsýningum, kvinnuframsýningum og øðrum.
 
Í 80'unum gjørdi og leikti hon "Giu og Grana" og arbeiddi við barnasendingum í Sjónvarp Føroya. Hon ferðaðist um sama mundi við Bókabilinum kring alt landið við søgum og dukkuleiki. Fýra ferðir - í 1987 og 1988 og aftur í 1997 og 1998 - stjórnaði Hjørdis tað vælumtókta Leikhúsjól í Sjónleikarhúsinum.
 
Hjørdis hevur skipað fyri skeiðum í drama og sjónleiki bæði her heima og niðri í Danmark.

Viðurkenningar og Heiðurslønir:
Barnamentanarheiðurslønin 2012 - Tórshavnar Kommuna
Í 2012 var Barnamentanarheiðurslønin latin Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.

"Herðaklappið" 2003 - Leikpallur Føroya 
(Sosialurin - Grein frá 12. mars 2003)

12. mars 2003 fekk Hjørdis Johansen "Herðaklappið".
Herðaklappið er sjónleikara-viðurkenning, sum Leikpallur Føroya letur einaferð um árið.
Viðurkenningin varð latin Hjørdis Johansen "...fyri hennara pedagogiska og leiklistarliga avrik sum kveikjandi íbirtari fyri børn og ung - leiklistini í Føroyum at frama." (Sosialurin, mars 2003)



 
 
 
 
 
 

 

 
Jólaleikir fyri børn og vaksin
 
Shim

Leikaløtan 2008 á Dramaverkstaðnum á Hálsi íHavn

 

 

 

Shim

Myndir: Alan Brockie

 

Sum eitt afturvendandi hugnaligt tiltak undan jólum í mong ár skipar Dramaverkstaðið á Hálsi hjá Hjørdis Johansen enn einaferð fyri eini leikaløtu.
Í ár eitur hon Leikaløtan 2008. Í fjør var tað Leikaløtan 2007, í fyrraárið Leikaløtan 2006, og so soleiðis fleiri ár aftureftir.
Síðani í heyst hava børn í ymsum aldursbólkum vant Leikaløtuna 2008.
Sum undanfarin ár er framførslan lutað upp í tríggjar partar, "Ársins Nissa", einglaleikurin um "Lítlu Gutta" og so "Søgan".

Fleiri leikbólkar
Tað kann vera í so strævið hjá børnunum at vera á palli til hvørja sýning her undan jólum. Tí hava samskiparin Hjørdis Johansen og dótturin Ebba Sosfía Kruse, ið er leikstjóri, lutað børnini upp í tveir bólkar fyri at lætta um hjá teimum og lata fleiri børn sleppa at vera við.
Í ár eru tað tey eldru børnini millum 11 og 15 ár, sum eru við í "Ársins Nissu" og tey eitt sindur yngri, heilt niður í níggju ár, sum eru við í leikinum um "Lítla Gutta".

Letingurin Pripp
Í "Ársins Nissu" verður vitjað á nissuverkstaðnum, har nissurnar stríðast og strevast fyri at gera jólagávur til børnini í øllum landinum og pakka gávurnar inn, meðan nissudrongurin Pripp situr og lurtar eftir sínum Ipod allan samlan dagin uttan at rætta hond frá síðu.
Hann dugir so ómetaliga væl at sleppa sær undan. Hann dugir eisini sera væl at taka sær heiðurin av øllum tí, sum hinar nissunar gera, tá gamli jólamaðurin kemur á gátt fyri at vita, hvussu tað gongur á verkstaðnum.
Tað sama er, tá Vikublaðið sendir tíðindamann og myndakvinnu at skriva um virksemi, og tá Ársins Nissa skal útnevnast. Tá er Pripp altíð fyrstur at taka heiðurin av øllum. Men ein dagin fáa hinar nissurnar nóg mikið av leti Pripps.

Hin klossuti Lítli Gutti
Jólasøgan um "Lítla Gutta" er altíð góð. Líka mikið hvussu ofta man fortelur børnum um lítla, fitta og klossusta eingilin Gutta, so er hon bæði stuttlig og spennandi. Tað sama við leikbrotum um Lítla Gutta, sum alla tíðina missir stjørnurnar, sum hann antin skal heingja upp ella pussa.
Tá hinir einglarnir heingja upp, og tað ljóðar sum pling, pling, ella plang, plang, ja, so enda hansara við einum bang.
Hinir einglarnir hava gott tol við Lítla Gutta. Teir eru eru altíð hjálpsamir, og tá stóra, skínandui jólastjørnan skal heingjast upp á himnahválvið, er tað Lítli Gutti, hóast hæddarræðslu, sum sleppur at gera hetta.

Trøllabarn, álvur ella hundur
Í Jólasøguni er skipað so fyri, at øll børn, eisini tey, sum eru komin at hyggja at Leikaløtuni, sleppa á pallin at royna seg.
Longu áðrenn leikbyrjan hava nakrar jólanissur sitið við eitt borð, har børn kunnu velja, um tey vilja hava andlitsmáling sum trølladrongur ella -genta, álvur, hundur, nissa ella gandafólk.
Og so við og við, sum søgan verður lisin upp og leikur fer fram á pallinum, hava tey børn, sum hava fingið andslitsmáling, og annars tey, sum ikki eru málað, men hava hug at spæla sjónleik, møguleikan at verða tikin við inn í leikin.
Leikaløtan 2008 á Dramaverkstaðnum er ein jólaleikur, har børn og vaksin kunnu hugna sær saman eina løtu her í desember.

Beate L. Samuelsen. - Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.  
Mánadagur 8. desember 2008, kl. 13.40
236/131 - Innanlands

 
Shim