Um Dramaverkstaðið

 
Á heysti 1997 fekk Hjørdis Johansen hugskotið at byrja Dramaverkstaðið á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum hjá pápanum Verland Johansen. Húsini standa uppi á Hálsi í Havn, Hallarheygur 2. Tað er í brekkuni niðan á Nabb, har tann grøna ítráttarhøllin er.
 
Saman við manninum Christian Kruse keyptu tey verkstaðið í 1986, og fram til 1996 virkaði verkstaðið sum orgulverkstaður burturav. Aftaná at kreppan hevði gjørt um seg, var einki orgul at byggja, og lykilin var snaraður um. Verkstaðið stóð tómt eina tíð, líka til hetta hugskotið um Dramaverkstað fór at spíra. Farið var undir at rudda, vaska og mála, og í januar 1998 var klárt at byrja.
 
Hjørdis Johansen er lærari, leikstjóri, tónasmiður, scenografur og leikritahøvundi á Dramaverkstaðnum.
 
Hjørdis er fødd í Havn í 1949. Hon tók barnagarðslæraraútbúgving í 1971. Í 1976 kom hon aftur til Føroyar. Var á sjónleikarskeið hjá Eyðun Johannesen og seinri hjá Grímu í 70-unum, og tókst eftir hetta við alt møguligt innan undirhald, sang, myndlist og sjónleik, samstundis sum hon arbeiddi í barnagarði, í Sjónvarp Føroya og nøkur ár á Orgulverkstaðnum.
 
Í 2009 byrjaði Hjørdis á DPU (Dansk Pædagogisk Universitet) uppá Masterútbúgving og í 2011 var hon liðug sum Master í Drama og Teaterpædagogik.
Áðrenn hesa útbúgving hevur Hjørdis lokið útbúgving sum Barnasjónleikaleiðari á sumri 2000, og hevur sumrini 1997, 98 og 99 fingið sær útbúgving innan leikstjórn í Íslandi. Harumframt hevur hon verið á skeiðum í teatersport, "At skriva til pall" og skeiðum innan scenografi og gerð av búnum bæði her heima og í Danmark.
 
Hjørdis hevur drúgvar royndir á palli bæði hjá Havnar Sjónleikarfelag og hjá Grímu. Hon hevur ígjøgnum ár og dag leikt við í nógvum sjónleikum, kvøldsetum og øðrum tiltøkum, síðan hon, 10 ára gomul, fyrstu ferð stóð á palli í Sjónleikarhúsinum í sjónleikinum "Robin Hood". Nevnast kunnu leikir sum Skeyk (1997), Dansur í fyllandi sól (1995), Havið (1993), Sanna og Gandafuglurin (1989), Stjørnubarnið (1988), Haturfuglar (1981) og útisjónleikurin Trælalív (1977).
 
Eisini hevur Hjørdis verið sera virkin innan tónleik, sang og myndlist. Hon hevur undirhildið børnum á bókasavninum við sangi, søgum og dukkuleiki. Í útvarpinum hevur hon sungið og lisið søgur upp. Hesar royndir førdu við sær, at hon í 1979 gav út vældámdu plátuna "Barnasangir", ið er endurprentað sum fløga. Í mong ár, síðan miðskeiðis í 70-unum, hevur hon verið virkin myndlistakvinna. Hon hevur sýnt fram klippmyndir og tekningar á sjálvstøðugum framsýningum og umframt tað, hevur hon verið við á fleiri Ólavsøkuframsýningum, kvinnuframsýningum og øðrum.
 
Í 80'unum gjørdi og leikti hon "Giu og Grana" og arbeiddi við barnasendingum í Sjónvarp Føroya. Hon ferðaðist um sama mundi við Bókabilinum kring alt landið við søgum og dukkuleiki. Fýra ferðir - í 1987 og 1988 og aftur í 1997 og 1998 - stjórnaði Hjørdis tað vælumtókta Leikhúsjól í Sjónleikarhúsinum.
 
Hjørdis hevur skipað fyri skeiðum í drama og sjónleiki bæði her heima og niðri í Danmark.

Viðurkenningar og Heiðurslønir:
Barnamentanarheiðurslønin 2012 - Tórshavnar Kommuna
Í 2012 var Barnamentanarheiðurslønin latin Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.

"Herðaklappið" 2003 - Leikpallur Føroya 
(Sosialurin - Grein frá 12. mars 2003)

12. mars 2003 fekk Hjørdis Johansen "Herðaklappið".
Herðaklappið er sjónleikara-viðurkenning, sum Leikpallur Føroya letur einaferð um árið.
Viðurkenningin varð latin Hjørdis Johansen "...fyri hennara pedagogiska og leiklistarliga avrik sum kveikjandi íbirtari fyri børn og ung - leiklistini í Føroyum at frama." (Sosialurin, mars 2003)



 
 
 
 
 
 
Deil/Share
You are here: Home Um Dramaverkstaðið