Aðalfundur  á Dramaverkstaðnum

Mánakvøld 31. okt. kl 19.30
 
Fundurin er einasti fundur hetta skúlaárið, og er bæði fyri limir og foreldur.
Foreldur hava atkvøðurætt fyri næmingar undir 16 ár og kunnu veljast í nevnd fyri barn teirra.
Skrá sambart lógum felagsins.
Vit vilja fegin hava, at foreldur møta! Hetta er nevnliga samstundis ein lima-, og foreldrafundur, har vit m.a. greiða frá, hvat bólkarnir gera nú
og framyvir.

Møti fjølment og vit gleða okkum til at fáa eina hugnaliga løtu saman við tykkum øllum.

Vinarligast,
Hjørdis V Johansen.

Dramaverkstaðið ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýttár heartsmiley

Tit fáa boð um, nær vit byrja aftur í 2016

Vit takka FUR, MáF, Tórshavnar Býráð, Tjóðpallinum, Sjónleikarhúsinum og Norðurlandahúsinum fyri stuðul til Leikaløtuna 2015

 

Í løtunið venja útvið 20 børn, sum ganga til drama og teatur á Dramaverkstaðnum, til Leikaløtuna 2015 heart

Allir leikarir eru hugagóðir og møta væl upp smiley Tey eru úr 6 til 22 ára gomul.

Í ár vera tað leikirnir Lítla Kurla og Glerpípudrotningin í Glerheljum á skránni.
Umframt leikirnar, verður Søgan eisini søgd, har kunnu áskoðarir væl spæla við smiley
Vit gleða okkum til 6. desember, tí tá er ætlanin at byrja at sýna fram.
Leikaløtan er væl egnað til børn úr 2-3 ára aldri og annars allar barnligar sálir smiley
Smábørn (2 til 6 ár) skulu vera saman við vaksnum!
Sýningar verða kl 18.00 og 19.30 Leygardag og sunnudagar, gerandisdagar eru sýningar kl 18.00.
Atgongumerkir fáast í Kunningarstovuni í viku 49.
Øll eru hjartaliga vælkomin heartsmiley Vit gleða okkum at spæla fyri tykkum smiley.














Aðalfundur  á Dramaverkstaðnum

Týskvøld 27. okt. kl 19.00
 
Fundurin er einasti fundur hetta skúlaárið, og er bæði fyri limir og foreldur.
Foreldur hava atkvøðurætt fyri næmingar undir 16 ár og kunnu veljast í nevnd fyri barn teirra.
Skrá sambart lógum felagsins.
Vit vilja fegin hava, at foreldur møta! Hetta er nevnliga samstundis ein lima-, og foreldrafundur, har vit m.a. greiða frá, hvat bólkarnir gera nú
og framyvir.

Møti fjølment og vit gleða okkum til at fáa eina hugnaliga løtu saman við tykkum øllum.

Vinarligast,
Ragna Maja Kruse.