Gott nýttár Smile

Gott nýttár til øll somul!

 So skriva vit 2010 og Dramaverkstaðið fer inn í sítt 13'anda ár Surprised - spennandi! Frá januar til í summa, fara vit at arbeiða víðari í øllum bólkum, men tað verður ikki heilt eins fyri øll. summi hava gingið til drama í nógv ár, onnur eru byrjaði síðsta heyst, og so má tað sjálvandi verða munur á hvat næmingarnir klára. Tað verður tó áhugavert fyri hvønn bólk sær rokna vit við Laughing. Tey vaksnu fara at arbeiða víðari við Shakespear, so har er nokk at gera Wink.

Tilrættisleggingin er ikki heilt liðug enn Undecided, men til viku 2 í nýggja árinum, tá allir bólkarnir byrja aftur, verður tað helst so, at okkurt er stungið út í kortið Smile. Børnini fáa so at vita, hvat tey fara at miðja ímóti fram til summarfrítíðina. Vit miðja ímóti, at vit gevast í fyrru helvt av mai mánaða 2010.

Teir tríggir barnabólkarnir fara at sýna fram saman, hvat tey hvør sær hava arbeitt við, fyri familju og vinum. Hvat tey eldru fara at arbeiða við, er rættiliga nógv upp til hvat tey sjálvi hava hug til, so tað fara vit eisini at arbeiða við komandi tíð.

Deil/Share

Summarfrítíð

Fleiri myndir inn á http://dramaverk.spaces.live.com/ 

Ein ordans túrur í Klaksvík Smile

So var Norðurlendska barnasjónleikarastevnan liðug. Tað var ein sera sera góð stevna, og øgiliga nógvur blíðskapur í Klaksvík, har vit høvdu tað ógvuliga gott.
Eftir eina viku við sjónleikaframførslum, workshops, útferðum og fundum, fóru vit í gjár (5. juli) heim við bussi. Vit eru øll glað fyri at vit sluppu við á hesa stevnu.

Surprised Dramaverkstaðið hevur nú summarfrí, vit byrja aftur sept ella okt 2009.
Deil/Share

Vár arbeiði

Hey Smile.

So fara vit at hugsa um leikir til í summar. Enn er onki avgjørt, men vit vóna at fara á Norðurlendska Barnasjónleikarstevnu í Klakksvík komandi summar frá 29. juni til 05. juli 2009.

Nordis Amatørteaterråd byrjaði Norðurlendsku Barnasjónleikarstevnurnar - Børn spæla fyri børnum - saman við Sveriges Amatørteaterråd í 2001 í Sødertælje og har luttóku vit á Dramaverkstaðnum við leikinum "Fremmanda gentan". Síðani tá hava vit verið á øllum stevnum uttan einari, í Finlandi 2003 í Kokkolla við leikinum "Ikki eitt orð um morð", í Svøríki 2007 í Vimmerby við "Menniskja og tey fornesku".

Í ár skal stevnan so vera í Føroyum fyri fyrstu ferð, og tað verður so sum luttakarir frá vertslandi Dramaverkstaðið luttekur....um vit fara altso.... og TAÐ hevði verðið sera spennandi Laughing.

Deil/Share

Myndir frá Leikaløtuni 08

 
Deil/Share

Myndir frá venjing av Leikaløtu 2008

               
Deil/Share
You are here: Home Tíðindi