* * 2011 * *

Børn spæla fyri børnum á Dramaverkstaðnum.

Í brekkuni niðan til ítróttarhøllina (tað grønu) á Nabb.

Andlitsmáling - Einglaleikur - Søga - Nissuleikur

                                                           

Leygardag

   3. des.  kl. 16.00  & 18.00

Sunnudag

   4. des.  kl. 16.00  & 18.00

Mánadag

   5. des.  kl. 18.00

Týsdag

   6. des.  kl. 18.00

Mikudag

   7. des.  kl. 18.00

Hósdag

   8. des.  kl. 18.00

Fríggjadag

9. des.  kl. 18.00

Leygardag

    10. des.  kl. 16.00  & 18.00

Sunnudag

    11. des. kl. 16.00 & 18.00

Atgongumerkir á 50,- kr. kunnu keypast í forsølu

í Kunningarstovuni og á Dramaverkstaðnum

1 tíma undan sýning.

Børn undir 5 ár skulu vera saman við vaksnum  

     

 

 

 

  

Leikaløtan 2011

Í løtuni venja allir barnabólkarnir til Leikaløtuna 2011. Á skránni eru leikirnir "Lítla Kurla" og "Prinsessan og trøllini" umfram søgan sum er fastur táttur, har áskoðarir kunnu sleppa at spæla við á palli.

Børn 4 ár til 100 ár: 80 kr 

Børn til og við 3 ár: 40 kr

Børn 0 til 5 ár bert saman við vaksnum

Tríggjir barnasjónleikarbólkar framføra á Meiarínum hetta vikuskiftið.

Fyrsti bólkurin hevur 7 leikarar, og tey spæla leikin “Sólbrillurnar”. Annar bólkurin hevur 12 leikarar, og tey spæla leikin ”Pinkulisa”. Triði bólkurin við 14 leikarum spælur leikin ”Gullringurin”.

Bólkurin Fræið, leikarnir eru í aldrinum 9-10 ár, spæla leikin: Sólbrillurnar. Hetta er yngsti barnabólkurin á Dramaverkstaðnum, og fyrsti sjálvstøðugur leikur tey spæla. Tey byrjaðu teirra venjingar av leikinum í februar. Leikurin varar uml. 10 min.

Bólkurin “Spírin”, framførir Pinkulisa, ið er leikur eftir Ragnu Maju Kruse. Hettar eru børn 10 til 11 ár, frá Dramaverkstaðnum. Leikurin er skrivaður við íblástri úr ævintýrinum um “Tommelise” sum Hans Christian Andersen skrivaði. Søgan er lisin uppfyri børnunum, og síðan hava tey improvisera og hugleitt um at fáa gjørt søguna til leik. Leikurin er uml. 20 min langur.

Í bólkinum “Aksið” eru børn íaldrinum 11-14 ára gomul. Tey framføra leikin Gullringurin, leikur eftir Ebbu Sofíu Kruse sum er skrivaður við íblástri úr føroysku sagnunum “Gullheyggurin” og “Nykurin við Leitisvatn”. Bólkurin hevur arbeitt við leikinum síðan januar. Bólkurin er útvaldur at umboða Føroyar á Norðurlendsku barnasjónleikarastevnuni í Tana í summar. Leikurin varar uml. 40 minuttir.

Leiklongdin er uml. 1 ½ tíma við steggið.

Atgongumerkir á 80 kr fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar 1 tíma áðrenn sýningarnar.

Børn til og við 3 ár 40 kr.

     

 

         

   

 

   

 

Síðan nýggjár hava vit arbeitt við fyrireikandi arbeiði til sýningar komandi summar.

Víðari arbeiði skeiði 2010 - 2011

Allir bólkar arbeiða við at framleiða leikir.

Onkrir næmingar eru komnir afturat her í januar, og vit gleðast yvir at áhugin fyri drama og teatur er so góður Smile.