Venjingar og annað á Dramaverkstaðnum í apríl 2013
Í løtuni venja allir 5 bólkar ymsar leikir á Dramaverkstaðnum. Dramaverkstaðið luttakur ikki á Norðurlendsku Barnasjónleikarafestival, sum verður í Svøríki august 2013, grundin er, at Dramaverkstaðið hevur ikki fingið informatión frá MáF ella DATS um hendan festivalin og tískil ikki hevur kunna sent umsókn inn áðrenn freistin var úti 14. mars 2013. Hetta harmar okkum nógv sad. Serliga av tí, at fyri tveimum árum síðan var ein líknandi festivalur í norður Norra avlýstur, stutt áðrenn hann skuldi vera, og har vóru ein rúgva av spentum børnum, sum vórðu sera kedd og skuffaði tað ferðina crying.
MEN Dramaverkstaðið er ikki soleiðis at sláa út wink Vit klára eisini hetta sum ein svisk laugh
Vh Hjørdis

GLEÐILIG JÓL  

Eftir loknar sýningar, fyri foreldrum og húskjum, vilja vit takka fyri áhugan, sum var stórur Smile Allir, útvið 40, næmingar vóru sera sera glaðir fyri at sleppa at spæla fyri tykkum øllum og tað gekk sera væl hjá teimum.

Hetta tiltakið hevur styrkt sambandi millum allar teir yngstu bólkarnar á Dramaverkstaðnum Laughing

Vit hava jólafrí nú og ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýttár Smile

Heilsan, vegna Dramaverkstaðið, Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.

 

LEIKALØTAN 2012 

Vegna forføll, gjøgnum venjingartíðina til Leikaløtuna, eru vit tíverri noydd at avlýsa tær almennu sýningarnar í ár Cry

Næmingarnir fara bert at spæla fyri foreldrum og húskjum hesa ferð.

Vinarlig heilsan og gleðilig jól øll somul Smile

Hjørdis Johansen. 

 

Aðalfundur á Dramaverkstaðnum mánadagin 12. november kl. 19.30

Fundurin er einasti fundur hetta skúlaárið, og er umframt aðalfudnur eisini lima/foreldrafundur,

Vit vóna tit møta fjøllment og at vit øll fáa eina hugnaliga løtu saman.

Greit verður frá hvat bólkarnir gera nú og framyvir. Um til ber, fara børn at vísa okkurt frá teirra upphiting og annað. 

Fyri nevndina Hjørdis Johansen

 

 

2012-09-18 
Hey skundið tykkum at melda til Laughing
 
Øll, sum hava meldað til drama, eru sloppin inn. Enn er pláss fyri nøkrum afturat , so skunda tær at melda til Kiss

Bólkurin fyri vaksin má hava minst 4 fólk afturat, um hann skal verða til nakað, so tit 17 ár og eldri, skunda tykkum at melda til , serliga sakna vit mannfólk! - ein kann altíð royna okkurt nýtt Smile