40 næmingar venja leikir til Leikaløtuna

smiley Á Dramaverkstaðnum er nógv virksemi. Umleið helvtin av næmingunum, 40 børn og ung, venja leikir til Leikaløtuna, almenn jólasýning, sum afturvendandi í 16 ár hevur verið spæld í fyrru helvt av desember.
Flestu bólkar eru annars í gongd við fyrireikingum og venjingum til leikir komandi summarleikir 2014 wink 
  
Deil/Share

DRAMA VERÐUR Í DAG!

Týsdag 10.09.2013

DRAMA VERÐUR Í DAG! 


Boð frá løgregluni.
Allir næmingar sleppa at ganga niðan á Dramaverkstaðið.

TIL FORELDUR Í BILI. 
Tit sleppa ikki til Dramaverkstaðið í bili, tí innkoyringin í rundkoyringini er sperrað vegna landsdyst í Gundadali. 

Tit mugu seta bilin, við Magn ella rennibreytina á Tórsvølli, og fylgja børnunum niðan til Dramaverkstaðið.
Deil/Share

Summarsjónleikasýningar á Dramaverkstaðnum 2013

smileyKomandi vikuskifti fara næmingar á Dramaverkstaðnum at sýna fram sjónleikir, sum tey hava vant hetta skeiðsárið

Fá pláss eru á Dramaverkstaðnum, so flest øll atgongumerki eru longu farin til familju og avvarðandi - tíverri sad.
Vit fara at heita á áskoðarar um at møta stundisliga smiley
yesBólkurin Rótin (14 næmingar, 13 til 16 ára gamlir) spæla leikin Chit Chat, sum snýr seg um Hildur, sum elskar at tjatta á netinum, og hóast øll hon kennir ávara henni móti at gera tað og at hitta onkran av teimum hon tjattar við, so lurtar hon ikki eftir teimum. Næmingarnir í flokki hennara avgera tí at gera okkurt fyri at støðga Hildur, áðrenn tað endar galið.
Dramalærari: Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.
Rótin sýnir Chit Chat fram tvær ferðir fríggjakvøld 24. mai, fyrra sýning er kl 18.30 og seinra kl 20.00.
Leikurin er uml. 40 min. langur.

yesBólkurin Aksið (14 næmingar, 11 til 12 ára gamlir) spæla leikin Tannáringamyndir. Hetta er ikki vanligur sjónleikur, men ein røð av "myndum", sum samlað siga eina søgu um trupuleikarnar børnini dragast við, tá tey broytast frá at vera børn til at vera hálvvaksin.
Lærari: Ragna Maja Kruse.
Aksið spælur Tannáringamyndir tvær ferðir sunnudagin 26. mai, fyrru ferð kl 18.00 og aðru ferð kl 19.30.
Leikurin er uml. 40 min langur.

yesBólkurin Spírin (11 næmingar, 10 til 11 ár gamlir) spæla leikin Snjóhvíta. Tey flestu kenna søguna um Snjóhvítu, sum verður tveitt á dyr av fosturmammuni, men børnini í Spíranum spæla ein stuttan improviseraðan variant, sum er øðrvísi enn tann vanliga søgan. Lærari: Ebba Malena D. Thomsen.
Spírin spælur Snjóhvítu tvær ferðir leygardagin 25. mai, fyrra sýning er kl 16.00 og seinra kl 16.45.
Leikurin er uml. 15 min. langur.
 
yesBólkurin Fræið (10 næmingar, 7 til 9 ára gamlir) hava improviserað ein leik, saman við læraranum, út frá søguni um Gullhár. Tað er um gentuna, sum fer at vitja bjarnirnar í skóginum.
Í sjónleikinum eru tað fl
eir i gentur, sum allar eita Gullhár, og har eru eisini fleiri bjarnir enn í søguni, so tað verður stuttligt at síggja, hvussu leikur fer at verða. Lærari: Ebba Sofía Kruse.
Leikurin Gullhár verður spældur tvær ferðir sunnudagin 26. mai, fyrru ferð kl 14.30 og seinru ferð  kl 15.15.
Leikurin er uml. 15 min langur.
 
Deil/Share

Venjingar og annað á Dramaverkstaðnum í apríl 2013

Venjingar og annað á Dramaverkstaðnum í apríl 2013
Í løtuni venja allir 5 bólkar ymsar leikir á Dramaverkstaðnum. Dramaverkstaðið luttakur ikki á Norðurlendsku Barnasjónleikarafestival, sum verður í Svøríki august 2013, grundin er, at Dramaverkstaðið hevur ikki fingið informatión frá MáF ella DATS um hendan festivalin og tískil ikki hevur kunna sent umsókn inn áðrenn freistin var úti 14. mars 2013. Hetta harmar okkum nógv sad. Serliga av tí, at fyri tveimum árum síðan var ein líknandi festivalur í norður Norra avlýstur, stutt áðrenn hann skuldi vera, og har vóru ein rúgva av spentum børnum, sum vórðu sera kedd og skuffaði tað ferðina crying.
MEN Dramaverkstaðið er ikki soleiðis at sláa út wink Vit klára eisini hetta sum ein svisk laugh
Vh Hjørdis
Deil/Share

GLEÐILIG JÓL

GLEÐILIG JÓL  

Eftir loknar sýningar, fyri foreldrum og húskjum, vilja vit takka fyri áhugan, sum var stórur Smile Allir, útvið 40, næmingar vóru sera sera glaðir fyri at sleppa at spæla fyri tykkum øllum og tað gekk sera væl hjá teimum.

Hetta tiltakið hevur styrkt sambandi millum allar teir yngstu bólkarnar á Dramaverkstaðnum Laughing

Vit hava jólafrí nú og ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýttár Smile

Heilsan, vegna Dramaverkstaðið, Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.

 
Deil/Share
You are here: Home Tíðindi