Leiðaraskúli á Selatræð 4.-10. august 2014

Til limir á Dramaverkstaðnum frá FUR (Føroya UngdómsráðWink

 Nú er møguleikin at senda leiðarar hjá tykkum, ella komandi leiðarar á Leiðaraskúla har tey fáa frálæru í leiðaraskapi, og eru saman við barna- og ungdómsleiðarum úr  Norðurlondum. 

Leiðaraskúlin er á Selatræð 4.-10. august, og vikan er fylt við læring og upplivingum. 

Síðing, rógving, mentanarkvøld, grill, Summarfestivalur v.m.

 Freistin at melda til er longu nú 20.juni.
Luttakaragjaldið er bert kr. 900.

Deil/Share

Tilmelding 2014-2015

TILMELDING 

Summir bólkar eru fullir, sí niðanfyri!
Bólkur 1.  Pláss eru eftir!
7 til 8/9 ár. Broytt til Mánadag 15.30 til 16.20 
Tilmelding fer fram her inni á heimasíðuni.
Vit taka børn inn, sum eru fylt 7 ár áðrenn 1. jan 2015.  
 
Skeiðini byrja í august/september. Av og á ber til at taka børn, frá bíðilistanum, inn eftir jól/nýggjár.
Vinarliga lesið um treytirnar, sum eru galdandi fyri at ganga til drama á Dramaverkstaðnum, undir varðablaðnum "Kunning" !
Næmingar fáa tilboð um pláss áðrenn byrjað verður.
Um ikki liggur fyri at ganga tað bjóðaðu tíðina, verður plássið bjóðað øðrum næmingi á bíðilistanum.
Tey sum ikki møta 3 ferðir, uttan góða grund, sleppa ikki at halda fram tað árið.
Vit hava avtalað við skúlan í Havnar Sjónleikarfelag, at tey, sum eru sloppin inn á tveir sjónleikaskúlar, skulu velja annan av teimum, og um næmingurin vil skifta, so verður tað næsta ár.
Et áðrenn tú kemur… matur og skógvar sleppa ikki inn við í venjingarhøllina.


Undir varablaðnum "Tilmelding" er skema, sum skal útfyllast og niðast er ein teigur við tilvildarligum teknum, og síðan er bara at melda til. 
Hvørt ár teknar man seg av nýggjum, og vit gera vart við, at plássini eru avmarkað!
 
Um tað eru trupuleikar á Tilmeldingarsíðuni, skrivað so ein teldupost undir varablaðnum "Fá samband" ella til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

Í 2014 - 2015 eru bólkarnir hesir:

Bólkur 1.  Pláss eru eftir!
7 til 8/9 ár. Broytt til Mánadag 15.30 til 16.20 
Børnini skulu vera fylt 7 ár áðrenn 1. januar 2015.  
Lærari Ebba Malena D Thomsen. 
Bólkur 1 er býttur í 2 skeið:  
*Fyrra skeið sept, okt, nov 2014.
*Seinra skeið jan, feb, mars 2015.
Næmingar mugu meldast til av nýggjum til seinra skeiðið!

Bólkur 2.  Pláss eru eftir!
9 til 10/11 ár. Mánadagar 16.00 til 17.45. 
Lærari Ebba Malena D Thomsen.
Hvørt ár teknar man seg av nýggjum,

Bólkur 3.  Pláss á bíðilista!
11 til 12 ár. Týsdagar 16.15 til 18.00. 
Lærari  Ebba sofía Kruse.
Hvørt ár teknar man seg av nýggjum,

Bólkur 5. Pláss eru eftir! 
13 til 17/20 ár. Hósdagar 18.00 til 20.00. (tíðin kann lagast til)
Lærari Hjørdis Johansen.
Hvørt ár teknar man seg av nýggjum, 



Deil/Share

Komandi Summarleikir 2014

Komandi Summarleikir 2014

winkAllir bólkar hava vant leikir eina tíð, og væntandi fara øll at spæla síðst í mai 2014 yes.

Leikirnir, sum arbeitt verður við, eru Geitalombini, Fremmanda gentan, Ósjónliga gentan 
og Annars!   

Dramaverkstaðið vónar at kunna fáa innivist aðrastaðnar at spæla í, tí tað er í so trongt hjá okkum sjálvum.
Helst verður tað so, at allir bólkar spæla somu dagar. Seinri verður lýst við nær og hvar vit spæla smiley
Deil/Share

Fræið, Spírin, Aksið, Sýran, Rótin og Hvonnin

Fræið, Spírin, Aksið, Sýran, Rótin og Hvonnin. 
Drama byrja aftur í viku 3. Somu tíðir, sum áðrenn jól. 
 
Gleðið meg! Síggjast wink
Hjørdis V. Johansen

 
Marin og Anfinn 2004 smiley
Deil/Share

AÐALFUNDUR 24. nov kl 16.00

Aðalfundur  á Dramaverkstaðnum
Sunnudagin 24. nov kl 16.00

Fundurin er umframt aðalfundur eisini lima/foreldrafundur, har vit m.a. greiða frá, hvat bólkarnir gera nú og framyvir. Vit vóna at vit øll fáa eina hugnaliga løtu saman.
Foreldur hava eina atkvøðu pr. barn tey hava á Dramaverkstaðnum, sum eru undir 16 ár. Foreldur kunnu stilla upp til í nevnd fyri barn, sum er undir 16 ár.
 
Heilsan nevndin, við vón um at foreldur og limir møta fjølment.
Deil/Share
You are here: Home Tíðindi