Gott nýttár Smile

Gott nýttár til øll somul!

 So skriva vit 2010 og Dramaverkstaðið fer inn í sítt 13'anda ár Surprised - spennandi! Frá januar til í summa, fara vit at arbeiða víðari í øllum bólkum, men tað verður ikki heilt eins fyri øll. summi hava gingið til drama í nógv ár, onnur eru byrjaði síðsta heyst, og so má tað sjálvandi verða munur á hvat næmingarnir klára. Tað verður tó áhugavert fyri hvønn bólk sær rokna vit við Laughing. Tey vaksnu fara at arbeiða víðari við Shakespear, so har er nokk at gera Wink.

Tilrættisleggingin er ikki heilt liðug enn Undecided, men til viku 2 í nýggja árinum, tá allir bólkarnir byrja aftur, verður tað helst so, at okkurt er stungið út í kortið Smile. Børnini fáa so at vita, hvat tey fara at miðja ímóti fram til summarfrítíðina. Vit miðja ímóti, at vit gevast í fyrru helvt av mai mánaða 2010.

Teir tríggir barnabólkarnir fara at sýna fram saman, hvat tey hvør sær hava arbeitt við, fyri familju og vinum. Hvat tey eldru fara at arbeiða við, er rættiliga nógv upp til hvat tey sjálvi hava hug til, so tað fara vit eisini at arbeiða við komandi tíð.

Deil/Share
You are here: Home Tíðindi Gott nýttár Smile