Tilmelding 2017-2018

DRAMAVERKSTAÐIÐ
TILMELDING 2017-2018

Tilmelding, til drama/sjónleikarskeið, er á heimasíðuni www.dramaverk.net  undir varablaðnum "Tilmelding".
Børn skulu vera fylt 8 ár áðrenn 1. Nov 2017. Skeiðini eru byrja í viku 36 í sept 2017.
Næmingar fáa automatiskt svar beinanvegin. Áðrenn byrjað verður fáa tit tilboð um pláss. Um tað eru trupuleikar, skrivað so ein teldupost undir varablaðnum "Fá samband"
GG Hvørt ár teknar mann seg av nýggjum!
Nýtt!
Sum nakað nýtt, kunnu tey, sum hava meldað seg til drama, velja sangundirvísing/ræddarvenjing 1 tíma um vikuna, fyri ein minni eyka kostna. Aldursmark er 10 ár og eldri. Edith Dahl Jakobsen, verður sanglærari og hon skipar sjálv fyri bólking av næmingum og ásetan av tíðum.
Meira fæst at vita, um arbeiði vit gera og prísir, undir Kunning á heimasíðuni

Dramabólkar:

Fræið: Pláss á bíðilista 8 og 9 ár Mánadagar 15.15-16.00
Spírin: Pláss til nøkur afturat Smile (9), 10 og 11ár Mánadagar 16.10-17.50
Aksið: Pláss til fleiri Smile 12, 13 og 14 ár Týsdagar 16.30-18.00
Hvonnin: Pláss til fleiri Smile Úr 15 og eldri líka til 60+ Hóskvøld 18.30-20.50
       
       
Lærarir:
Hjørdis V. Johansen. Leiðari/Dramalærari. Master í drama og teaturpedagogikki.
Ebba Sofía Kruse. Dramalærari. BA námsfrøðingur við sergrein í drama.
Birna Heinesen. Dramalærari. Cand.mag í dramaturgi við síðugrein í norðurlendskum málum og bókmentum.
Edith Dahl Jakobsen. Dramalærari. Cand. mag í tónleiki umframt trý-ára útbúgving sum sanglærari.
Lærarir skipa sjálvar fyri, nær liggur fyri at undirvísa og enn er ikki møguligt at siga heilt vist hvørjir dagar undirvíst verður.
Vinarliga lesið um treytirnar fyri at ganga til drama á Dramaverkstaðnum, inni á varðablaðnum "Kunning"
Boðast skal frá fráveru! Tey sum ikki møta 2 ferðir, uttan góða grund, sleppa ikki at halda fram!
Et áðrenn tú kemur… matur og skógvar sleppa ikki inn við í venjingarhøllina og fartelefonir skulu verða sløktar.
Dramaverkstaðið hevur avtalu við skúlan í Havnar Sjónleikarfelagið um, at tey, sum eru sloppin inn á tveir sjónleikaskúlar, skulu velja annan av teimum, og um næmingurin vil skifta, so verður tað ikki, fyrrenn skeiðini eru liðug.
Deil/Share
You are here: Home Tíðindi Tilmelding 2017-2018