Venja til leikaløtuna 2015

Í løtunið venja útvið 20 børn, sum ganga til drama og teatur á Dramaverkstaðnum, til Leikaløtuna 2015 heart

Allir leikarir eru hugagóðir og møta væl upp smiley Tey eru úr 6 til 22 ára gomul.

Í ár vera tað leikirnir Lítla Kurla og Glerpípudrotningin í Glerheljum á skránni.
Umframt leikirnar, verður Søgan eisini søgd, har kunnu áskoðarir væl spæla við smiley
Vit gleða okkum til 6. desember, tí tá er ætlanin at byrja at sýna fram.
Leikaløtan er væl egnað til børn úr 2-3 ára aldri og annars allar barnligar sálir smiley
Smábørn (2 til 6 ár) skulu vera saman við vaksnum!
Sýningar verða kl 18.00 og 19.30 Leygardag og sunnudagar, gerandisdagar eru sýningar kl 18.00.
Atgongumerkir fáast í Kunningarstovuni í viku 49.
Øll eru hjartaliga vælkomin heartsmiley Vit gleða okkum at spæla fyri tykkum smiley.













Deil/Share
You are here: Home Tíðindi Venja til leikaløtuna 2015