smileyKomandi vikuskifti fara næmingar á Dramaverkstaðnum at sýna fram sjónleikir, sum tey hava vant hetta skeiðsárið

Fá pláss eru á Dramaverkstaðnum, so flest øll atgongumerki eru longu farin til familju og avvarðandi - tíverri sad.
Vit fara at heita á áskoðarar um at møta stundisliga smiley
yesBólkurin Rótin (14 næmingar, 13 til 16 ára gamlir) spæla leikin Chit Chat, sum snýr seg um Hildur, sum elskar at tjatta á netinum, og hóast øll hon kennir ávara henni móti at gera tað og at hitta onkran av teimum hon tjattar við, so lurtar hon ikki eftir teimum. Næmingarnir í flokki hennara avgera tí at gera okkurt fyri at støðga Hildur, áðrenn tað endar galið.
Dramalærari: Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.
Rótin sýnir Chit Chat fram tvær ferðir fríggjakvøld 24. mai, fyrra sýning er kl 18.30 og seinra kl 20.00.
Leikurin er uml. 40 min. langur.

yesBólkurin Aksið (14 næmingar, 11 til 12 ára gamlir) spæla leikin Tannáringamyndir. Hetta er ikki vanligur sjónleikur, men ein røð av "myndum", sum samlað siga eina søgu um trupuleikarnar børnini dragast við, tá tey broytast frá at vera børn til at vera hálvvaksin.
Lærari: Ragna Maja Kruse.
Aksið spælur Tannáringamyndir tvær ferðir sunnudagin 26. mai, fyrru ferð kl 18.00 og aðru ferð kl 19.30.
Leikurin er uml. 40 min langur.

yesBólkurin Spírin (11 næmingar, 10 til 11 ár gamlir) spæla leikin Snjóhvíta. Tey flestu kenna søguna um Snjóhvítu, sum verður tveitt á dyr av fosturmammuni, men børnini í Spíranum spæla ein stuttan improviseraðan variant, sum er øðrvísi enn tann vanliga søgan. Lærari: Ebba Malena D. Thomsen.
Spírin spælur Snjóhvítu tvær ferðir leygardagin 25. mai, fyrra sýning er kl 16.00 og seinra kl 16.45.
Leikurin er uml. 15 min. langur.
 
yesBólkurin Fræið (10 næmingar, 7 til 9 ára gamlir) hava improviserað ein leik, saman við læraranum, út frá søguni um Gullhár. Tað er um gentuna, sum fer at vitja bjarnirnar í skóginum.
Í sjónleikinum eru tað fl
eir i gentur, sum allar eita Gullhár, og har eru eisini fleiri bjarnir enn í søguni, so tað verður stuttligt at síggja, hvussu leikur fer at verða. Lærari: Ebba Sofía Kruse.
Leikurin Gullhár verður spældur tvær ferðir sunnudagin 26. mai, fyrru ferð kl 14.30 og seinru ferð  kl 15.15.
Leikurin er uml. 15 min langur.