Kunning

Nevndin: 

Forkvinna: Hjørdis Verlandsdóttir Johansen, dramaverk(kurla)dramaverk.net
Kassameistari: Hjørdis Verlandsdóttir Johansen
Nevndarlimur: Annika Østerø, annikavalborg(kurla)hotmail.com
NevndarlimurMari Ann Ellendersen, ellendersen(kurla)gmail.com
Eykalimur: Hans Jákup Danielsen, hansjd(kurla)hotmail.com

Dagligur leiðari: Hjørdis Verlandsdóttir Johansen.

Byrjunaraldurin komandi skeið, 2017 - 2018, verður 8 ár, barnið skal vera fylt 8 ár áðrenn 1. Nov 2017
Skeiðini byrja eftir miðjan august 2017. Áðrenn byrjað verður fáa tit tilboð um pláss.

Nýtt! Nýtt! Nýtt! Nýtt! 
Sum nakað nýtt, kunnu tey, sum meldað seg til drama, velja sangundirvísing 1 tíma um vikuna, fyri ein minni eyka kostna. Lærari: Edith Dahl Jakobsen.
Næmingar fáa automatiskt svar beinanvegin.  Um tað eru trupuleikar, skrivað so ein teldupost undir varablaðnum "Fá samband" 
GG Hvørt ár teknar mann seg av nýggjum!
 
Gleðin við at arbeiða við drama og sjónleiki er fremst í huganum, og har kunnu øll fáa okkurt burturúr.

Ein kann siga, aDramaverkstaðið t hetta arbeiði er bæði til gaman og álvara.

 Hvar?: Hallarheygur 2. Dramaverkstaðið er elsti drama/teaturskúli í Føroyum í nýggjari tíð, stovnað í 1997. Her fáa næmingar møguleika fyri at arbeiða í friði í egnum høli, har nógv onnur gjøgnum árini hava gingið, summi eru vorðin professionellir leikarar, onnur eru sera virkin sum amatørar.

 Nær?: Frálæran er fyri børn úr 45 min til 2 tím, einaferð um vikuna eftir skúlatíð.
 Fyri ung er tíðin eitt sindur longri.
 Ásetan av døgum verður sett áðrenn hvørt skeið, og noyðist at tillagast teimum lærarum, sum eru settir hvørt skeið sær. 
 Klokkutíðin verður ásett í samráð við næmingarnar. Næmingar fáa tilboð um pláss áðrenn byrja verður.
  Um ikki liggur fyri at ganga tað bjóðaðu tíðina, verður plássið bjóða øðrum næmingi á bíðilistanum.Tey sum ikki møta 2 ferð uttan góða grund, sleppa ikki at halda fram tað árið. 
Vit hava avtalað við skúlan í Havnar Sjónleikarfelag, at tey, sum eru sloppin inn á tveir sjónleikaskúlar, skulu velja annan av teimum, og um næmingurin vil skifta, so verður tað næsta ár. 
Et áðrenn tú kemur… matur og skógvar sleppa ikki inn við í venjingarhøllina.

Í 2017 - 2018 eru bólkarnir hesir:
Børnini skulu vera fylt 8 ár áðrenn 1. Nov 2017!!  

Fræið  8 og 9 ár. Mánadagar 15.15 - 16.00
Spírin 10 til 11 ár Mánadagar 16.10 - 17.50
Aksið 12, 13 og 14 ár. Týsdagar 16.15 - 18.00
 Hvonnin 15 ár og eldri (gjarna 50+ og 60+). Hósdagar 18.30 - 20.50 

Tá tú meldar teg til skeið á Dramaverkstaðnum, meldar tú teg til alt skeiðið: Frá byrja um heystið til umleið mánaðarskiftið Apríl - Mai ári eftir. Undantikið Hvonnin, sum éndar fyrru helvt síðst í november 2017. 

Lærarir:

Hjørdis V Johansen. Leiðari/Dramalærari. Master í drama og teaturpedagogikki.
Ebba Sofía Kruse. Dramalærari. BA námsfrøðingur við sergrein í drama. 
Birna Heinesen. Dramalærari. Cand.mag í dramaturgi við síðugrein í norðurlendskum málum og bókmentum.
Edith Dahl Jakobsen. Dramalærari. Cand. mag í tónleiki umframt trý-ára útbúgving sum sanglærari.

Ofta settir spurningar:

Nær byrjar drama?
So skjótt boð frá Dramaverkstaðum, um nær byrja verður, er mótikið og skeiðsgjaldið er goldið.

Nær enda skeiðini?
Skeiðini enda umleið mánaðarskiftið Apríl - Mai. Um tað er okkurt serligt tiltak, kann verða, at onkur bólkur heldur á eitt sindur longri.

Hvussu er við útmelding? 
Útmelding, meðan skeiðin eru í gongd, kann bert lata seg gera vegna serligar umstøður (td flyting, sjúku osfr.) Útmelding skal vera skrivlig og skal sendast til dagliga leiðaran Hjørdis Verlandsdóttir Johansen, Korkagøta 12, 100 Tórshavn. Skeiðsgjald verður ikki afturgoldið.

Hvat kostar tað at ganga til drama 2017 - 2018?

Barnabólkur 8 og 9 ár: Árligt gjald kr. 800

Barnabólkar 10 til 14 ár: Árligt gjald kr. 1.500.

Ung/vaksin 15 ár og eldri :  Gjald frá sept til 1. desember kr. 750 


Hvar skal gjaldið flytast til?
Navnið á næminginum skal skrivast á flytingina!
Kontonummar fylgir við tilboðnum um, at næmingurin fær bjóða pláss á Dramaverkstaðnum.

Fyri at ganga á Dramaverkstaðnum skal inngjaldingin vera registrerað!   GG! Gjaldast skal tá næmingurin tekur av plássi á Dramaverkstaðnum.

Dramaverkstaðið

Tilmelding og bíðilisti:

Tá tú hevur teknað teg til skeið á umsóknarblað, sum tú finnur á hesi heimasíðuni, fært tú skriftligt boð sendandi, um upptøku ella ikki, í august mánaða. 
Hvørt ár teknar man seg av nýggjum, og vit gera vart við, at plássini eru avmarkað.

Av og á vera eykaskeið ella verkskeið bjóðaði næmingunum, fyri tey skeiðini verður serligt skeiðsgjald.


Soleiðis arbeiða vit:


Dramaverkstaðið leggur stóran dent á, at menna næmingarnar við at viðurkenna teirra spontanitet. Á tann hátt er tað møguligt at bøta um sjálvsvirðing, sjálvsálit og samstarv við onnur.

Á Dramaverkstaðnum eru tað næmingarnir, sum vísa vegin. Vit royna at peila eftir, hvønn veg tey vilja fara. Okkara íkast er at geva teimum førleika at ogna sær amboð innan leiklistina, so tey eru før fyri at fara nýggjar leiðir og hava møguleika fyri at gera royndir innan einstaku lærugreinirnar.


Gestalærarir:

Av og á hava vit gestalærarar, sum kunnu geva okkum íblástur til okkara dagliga arbeiði og sýningar.
Dramaverkstaðið  

Hvat kunnu vit bjóða:

Tað krevst ongin forkunnleiki, men áhugin fyri at royna ymsu lærugreinirnar innan drama og teatur er neyðugur: Drama, dans, talu, rørslu, scenografi, búnar, ljós, ljóð og tónleik.

Undirvíst verður í ymiskum lærugreinum, sum geva innlit og hegni í sjónleikarlist t.d.: røddvenjing, sjónleiksteknikki, konsentratión, dramaspøl, avspenning, andadráttsvenjing, teatursport, forumleik, improvisatiónsvenjing. Tá arbeitt verður við leiklist viðførur tað, at arbeitt verður við eini rúgvu av lívsáskoðanum og heimspeki (filosofi), sum kann snúgva seg um samfelagstrupuleikar, menniskjaligar styrkir og veikleikar, tað at menna seg frá barni til vaksnan og nógv annað.

Grundhugsan:

Grundhugsanin undir drama- og teaturprocessroyndum er, at læra næmingar kynstrið, at skapa list úr tilfari lærarin og næmingarnir hava valt at arbeiða við, og vera før fyri at bera tað fram fyri øðrum og at hetta arbeiðið skal geva møguleika fyri at tosa og hugsa (reflektera) um innihaldið, so næmingarnir kunnu læra at seta orð á egnar kenslur og hoyra um kenslur hjá øðrum.

Visión:

Visiónin (hugsjónin) er, at bólkarnir kanna/granska innihald og undirtekstir í evni, leiki ella øðrum tilfari lærarin og næmingarnir hava valt at arbeiða við, umseta tað til leik og gera eina sýning, sum næmingarnir føla teir eiga lut í.

 Jólaleikur:

Leikaløtan hevur verið fastur táttur í desember mánaða í nógv ár. Støða verður tikin til um sýnigar skulu vera ella ikki á hvørjum ári, og hvør skal standa fyri arbeiðinum. Børn úr øllum bólkum (undantikið bólkur 1), sum hava gingið 1 ár til drama/teatur ella longur, kunnu skriva seg upp, at vera við í Leikaløtuni.
Bólkurin, sum skal venja til Leikaløtuna, verður ein bólkur fyri seg, so tey, sum hava tekna seg, skulu sostatt ganga til drama 2 til 3 ferðir um vikuna, (í vanliga bólkinum 1 ferð um vikuna + Leikaløtubólkinum). 

Sýningar:

Drama/teaturundirvísingin á Dramaverkstaðnum er ikki grundað á eini sjónleikarframførslu tá skeiði endar! Tað hevur víst seg at vera sera sera trupult at fáa næmingar (og foreldur) at skilja, at tað er sera umráðandi, at venjingar til sjónleik krevja strenga og góða uppmøting, og tí hava lærarir eitt tógvið stríð við at fáa framførslur klárar til at sýna fram. Tá ongin sjónleikur skal sýnast fram, verða tað hugnaløtur fyri familju og vinum, har næmingarnir vísa fram ymiskt tey hava lært og annað. Hvonnin venur ikki leik til framførslu, men arb við at greina ymiskar leikir og so spæla brot fyri hvørjum øðrum
Tað hava tó verið nógvar sýnigar á Dramaverkstaðnum øll árini, millum 2 til 4 sýningar hvørt ár, tað hevur eyðnast, tí øll hava skilt at uppmøtingin er avgerðandi.
Dramaverkstaðið hevursýnt fram á Dramaverkstaðnum, í Sjónleikarhúsinum, á Meiarínum og uttandura í miðbýnum, umframt hetta hava vit verið í útlondum við leikum fleiri ferðir. Vit hava fingið sera góð ummælir bæði her heima og uttanlanda.

 Dramaverkstaðið 
 Konsulent tænasta:

Dramaverkstaðið bjóðar sær at skipa fyri verkskeiðum, fyrilestrum og ráðgeving. Vit eru von við ymiskar aldursbólkar og við næmingum á ymiskum støði.
Prísur, fyri verkskeiðum, fyrilestrum og longri undirvísing, eftir avtalu.
Prísur, fyri ráðgevingshjálp í sambandi við sýningar, eftir avtalu. Ráðgeving í samband við ígongdsetan av fyrireiking til uppsetan av leiki, við arb í sambandi við venjingum ella hjálp og hugskot til, hvussu til ber at fara undir at arbeiða við leikritum ótraditionelt.
Gjøllari kunning fæst við at venda sær til Dramaverkstaðið, undir varabalðnum "Fá samband" her á heimasíðuni. Hjørdis Johansen.
Deil/Share
You are here: Home Kunning